Trýst á pílin undir myndini og hoyr Onnu Jacobsen greiða frá hjálpararbeiðinum
Í dag eru flestu næmingarnir úr Føroya Studenta- og HF-skeiði í Hoydølum ikki til undirvísing. Seinastu seks árini á rað, hava tey nevniliga fingið høvi at 'lata ein dag av sínari útbúgving, soleiðis, at onnur fáa møguleika at nema sær útbúgving.'
- Tað eru í veruleikanum 25 ár síðani, at peningur varð sendur úr Føroyum til ein skúla Bolivia fyrstu ferð, sigur Anna Jacobsen, ein av nevndarlimunum í Bolivia Hjálpini.
Undan hesum, hevði danski hjálparfelagsskapurin 'Operation Dagsværk' leingi verið kendur í Føroyum, men í 1989, var farið undir at skipa fyri sínum egna tiltaki. Tá var tað Landsfelag Føroyinga undir Útbúgving – LFÚ – sum tók stig til innsavningina, heldur enn at vera lítil partur av danskari verkætlan.
Tey settu seg í samband við Egil Hoydal, sum tá var staddur í Bolivia, umboðandi hjálparfelagsskapin Danida. Hann vísti á, at har var ein umsókn á skrivaraborðinum, um at stovna ein skúla í lítla býnum Chochis. Næmingarnir tóku av, og skúlin hevur nærum 25 ár á baki.
- Verkætlanin datt niðurfyri einaferð, og farið varð aftur til Operation Dagsværk, men síðani 2010, hevur studentaskúlin latið næmingunum ein frídag, fyri at fara út at arbeiða. Næmingarnir kunnu velja heldur at møta í skúla og skriva eina uppgávu um Bolivia, men allarflestu eru sera hugagóðir, sigur Anna.
Vanliga veita nevndarlimirnir í Bolivia Hjálpini starvspláss á sjálvum verkadegnum, og soleiðis er eisini í ár.
- Vit vóru eitt sindur sein at umbiðja arbeiðspláss frá stovnum, virkjum og fyritøkum í ár, men tað var ótrúliga skjótt, at vit varnaðust stóran vælvilja. Hóast vit ikki settu okkum í samband við arbeiðsgevararnar fyrr enn fríggjadagin í farnu viku, fingu vit 112 arbeiðspláss í ár. Næmingarnir, sum ikki fingu bjóða starvspláss umvegis okkum, hava oftast sjálvi syrgt fyri einum arbeiðsplássi, so vit vænta okkum góða undirtøku aftur í ár, sigur Anna Jacobsen.
Í fjør savnaðu næmingarnir í Hoydølum um 150.000 krónur, og fyrireikararnir vænta sama, um ikki betri úrslit í ár. Peningurin verður ikki sendur beinleiðis til skúlan í Bolivia, men heldur so hvørt tørvur er á peninginum.