Týskvøldið 18. november verður kvøldseta á Studentaskúlanum á Kambsdali. Hetta almenna tiltakið er afturvendandi á hvørjum heysti, og tað plagar at vera stak hugnaligt og væl vitjað.
Í heyst hava tey í 3. s verið á námsferðum ymsa staðni í Europa og eisini vesturi í USA. Á kvøldsetuni fer at verða greitt frá nøkrum av hesum ferðum.
Tey, sum hava listalærugreinar, fara at vísa okkurt av tí, sum tey hava arbeitt við: næmingar í 1., 2. og 3. s fara at syngja og spæla, tey, sum hava leiklist, fara at spæla sjónleik, sum tey sjálvi hava gjørt, og tey, sum hava miðlakunnleika, fara at vísa filmar, sum tey hava spælt og framleitt. Eisini eru evnafrøðiligar royndir á skránni.
Frá teimum, sum nú savna pengar saman til námsferðir, verður møguleiki at keypa ein kaffimunn við onkrum afturvið.
Lagt verður fyri klokkan 19 týskvøldið 18. november.