Nú skipar Norðuratlantsbólkurin aftur fyri studentadegi á Christiansborg. Umboð fyri allar teir donsku flokkarnar fara at luttaka á evnisdegnum, sum verður tann 11. apríl Á degnum kunnu luttakararnir - umframt teir tríggjar limirnar í Norðuratlantsbólkinum - hitta Helle Thorning-Schmidt úr Javnaðarflokkinum, Margrethe Vestager úr Radikala Vinstra, Peter Skaarup úr Danska Fólkaflokkinum og Naser Khader úr Ny Alliance.
Dagurin verður skipaður soleiðis, at politikararnir fáa umleið fimtan minuttir í part at røða um viðurskifti, sum eru viðkomandi fyri ríkisfelagsskapin.
Yvirskipaða evnið á ráðstevnuni verður ?Farvæl blokkstuðul ? og hvat so??, og luttakararnir sleppa sjálvir at ráða fyri, hvørji evni teir vilja røða um.
Aftaná framløgurnar verður kjak, har høvi verður at seta politikarunum spurningar. Bertel Haarder, undirvísingarmálaráðharri úr Vinstra, fer at runda ráðstevnuna av.
Norðuratlantsbólkurin skipaði fyri líknandi ráðstevnu í 2006, og av tí at hesin dagurin eydnaðist væl, hevur bólkurin í samstarvi við felagsskapirnar hjá teimum lesandi gjørt av aftur at halda eina serliga ráðstevnu fyri lesandi úr Norðuratlantshavi.
Tey, sum ætla sær at luttaka, skulu tekna seg á heimasíðuni hjá Norðuratlantsbólkinum, sum er www.dnag.dk. Har ber eisini til at melda seg til veitsluna, sum verður aftaná.