Tað er so at siga vorðin siðvenja at væl umtóktir bilar, sum fyrr hava verið á marknaðinum, koma aftur í nútímans útgávum sum t.d. VW New Beetle, Mini og Ford Mustang.
Citröen hava nú ætlanir um at koma á marknaðin aftur við góða gamla 2CV í eini nútímans útgávu við nýggjum designi í 2009.
Citröen 2CV varð fyrstu ferð sýndur fram sum prototypa í 1939. Bilurin var á marknaðinum heilt til 1990. 2CV hevði mong kelinøvn sum t.d. Studenta-jaguarurin.
Bretska bilmagasinið Autoexpress skrivar, at bilurin kemur at fáast bæði við stoff- og glastaki.