Stubbar um Kashmir

Frá Nirvana til Kashmir

Tað er ikki bert í Seattle í 1991, at ein tónleikabólkur við navninum Nirvana ger sum seg. Bólkurin, sum Kasper Eistrup, Mads Tunebjerg og Asger Techau seta á stovn á Kastanie Efterskole sama ár ber sama heitið.
Amerikonsku Nirvana hava ikki veruliga sligið sítt navn fast í Danmark, men tað gongur kortini ikki rúm tíð, áðrenn teir tríggir donsku tannáringarnir ásanna, at tað verður torført at taka kappingina upp við Kurt Cobain og hinar í Nirvana, sum seinni í 1991 fáa altjóða gjøgnumbrotið við fløguni Nevermind.
Kasper, Mads og Asger kenna seg tí noyddar at broyta navnið á bólkinum, og valið fellur á navnið Kashmir. Tónleikaliga fingu teir tríggir nógvan íblástur frá amerikanska rokkbólkinum, Led Zeppelin, og amerikanski bólkurin er eisini keldan til nýggja navnið hjá bólkinum.
Led Zeppelin hevði í sjeytiárunum eitt stórt hitt við lagnum Kashmir, sum seint í 1991 gerst heitið á bólkinum hjá Kasper Eistrup, Mads Tunebjerg og Asger Techau á Kastanie Efterskole

Tim Christensen og Kashmir
-Tá eg var á veg heim úr kappingini, mældi lagið Silverflame fyri mær, og tað argaði meg nógv.
Annað plássið í kappingini DM Rock í 1993 fellur ikki í góða jørð hjá sangaranum í Kashmir, Kasper Eistrup. Hóast Dizzy Miss Lizzy enda omanfyri í kappingini, fer tíðin kortini vísa, at Kashmir fara at gerast teir drúgvaru. Við Tim Christensen á odda eru Dizzy Miss Lizzy argastu kappingarneytarnir hjá Kashmir miðskeiðis í nítiárunum.
Tá Dizzy Miss Lizzy gera av at leggja frá sær, byrja Tim Christensen og Kashmir at samstarvað. Á fløguni, The Good Life, spælir Tim Christensen keyboard á fleiri av løgunum, og á soloútgávum hjá Tim Christensen hava limir í Kashmir eisini veitt honum eina hjálpandi hond.
Tim Christensen hevur seinastu árini sligið sítt navn fast sum evnaríkur solistur, og tað er eisini nærum gerandiskostur, at Kashmir og Tim Christensen býta grammy-heiðurslønir í millum sín á árligu Danish Music Awards.


Útlandið biðar framvegis
Í kjalarvørrinum av vælumtóktu fløguni, The Good Life, sum kemur út í 1999, eru flestu danskir tónleikaserfrøðingar á einum máli um, at altjóða gjøgnumbrotið fer endaliga at gerast veruleiki hjá Kashmir.
Fløgan vinnur allar heiðurslønir, sum vinnast kunnu í Danmark, men kortini er útlendski áhugin fyri bólkinum so sum so. Hóast drúgva konsertferð í øllum Evropa, eydnaðist ikki veruliga at kveika útlendska áhugan fyri bólkinum.
Limirnir í bólkinum eru í dag rættiliga vónbrotnir av, at meira ikki spurdist burturúr The Good Life-konsertferðini. Sangarin, Kasper Eistrup, hevur fleiri ferðir gjørt vart við, at fyriskipararnir hjá bólkinum gjørdu ikki sítt arbeiði til lítar, tí eftir hansara tykki vóru møguleikarnir fyri gjøgnumbroti avgjørt til staðar.
Við nýggja fløguni, Zitilites, gera Kashmir enn eina roynd at kveikja útlendska áhugan fyri bólkinum, og fleiri vænta, at fløgan kann gerast endaliga altjóða gjøgnumbrotið.

Filmurin Rocket Brothers
12.desember 2003 varð fyrsti dokumentar filmur um Kashmir sýndur í biografinum. Í filminum fylgir filmsleiksstjórin, Kasper Torsting, bólkinum á The Good Life -konsertferðini í Evropa og fyrireikingunum til nýggjastu fløguna, Zitilites.
Upptøkurnar fevna um eini 60-80 konsertir, har í millum konsertir í bæði Grønlandi og USA. Kasper Torsting hevði tilfar á góðar 250 tímar, sum hann kókaði niður í 96 minuttir.
Í filminum verður farið tætt at teimum fýra limunum í Kashmir, og filmurin lýsir torføru løturnar hjá bólkinum, tá einki vil ganga eftir vild, og gleðisrómin, tá bólkurin loksins er klárur við at senda fløguna Zitilites út á gøtuna.