Stubbar í erva í blaðnum

Her allir stubbarnir, sum standa í erva á hvørjari tíðindasíðu í dagsins blað

100.000 til fornminni


Fornminnisfelagið í Fuglafiorði hevur sett sær fyri at varðveita eini hús, sum eru bygd í 1804. Felagið er í ferð við at umvæla húsini, men eftir eru arbeiði sum grótlaðing, at leggja flag á tekjuna og at leggja elveiting í húsini. Harafturat skulu húsini hava hjall. Fornminnisfelagið søkti Eik Grunnin um stuðul til arbeiðið, og í síðstu viku fekk felagið 100.000 krónur frá grunninum til arbeiðið, tí grunnurin stuðlar tí, sum kann varðveita søguna.




Kundu hýst ferðafólki


Nógv hús standa tóm á bygd og serliga á smáplássunum, men nú siga fólk í ferðavinnuni, at tað hevði loyst seg betur fíggjarliga fyri eigararnar at leiga ferðafólki húsini. Harafturat kundi hetta verið ein partur av útjaðaramenningini, halda tey. Fríðunn Jacobsen, sum er stjóri í ferðavinnuskrivstovuni Green Gate Incoming, sigur við Útvarpið, at tørvur er á fleiri húsum til gistingarháttin Ból og Bita ella Bed and Brekfast.




Fjaldu rúsevni


Tvær 17 ára gamlar gentur í Íslandi verða nú skuldsettar fyri at hava havt rúsevni uppi á sær og tað í orðsins sanna týdningi. Í einum vanligum eftirliti á hvítusunnu steðgaði løgreglan á Borgarnesi einum bili. Í bilinum vóru tvær ungar gentur og ein maður, sum er miðskeiðis í 20'unum. Tað vísti seg, at genturnar høvdu fjalt 40 gram av kokaini í hítum, sum tær høvdu stungið upp í seg. Málið er latið barnaverndini, tí genturnar eru so ungar.




Spælipláss fekk stuðul


Við hjálp frá Runavíkar kommunu hevur ein sjálvboðin áhugabólkur gjørt eitt spælipláss í Rituvík. Plássið, sum er 1700 fermetrar stórt, hevur millum annað sparkivøll, men bólkurin hevur gjørt av at gera eitt felags grillpláss við borðum og bonkum og eina felags grill á plássinum. Tí søkti bólkurin Eik Grunnin um stuðul, og á partaeigarafundi hjá Eik í Runavík í síðstu viku fekk bólkurin 50.000 krónur í stuðuli frá grunninum.




Misbrúka tablettir


Hjá nógvum donskum sjúkrasystrum er arbeiðsdagurin vorðin so strævin, at tær taka tablettir fyri at doyva møðina, skrivar blaðið matroXpress. Blaðið hevur fingið at vita, at 25 sjúkrasystrar fáa í løtuni viðgerð ímóti tablett- ella rúsdrekkamisnýtslu, og at fleiri sjúkrasystrar velja arbeiði, sum gevur teimum atgongd til tær røttu tablettirnar. Sjúkrasystrafelagið veit um trupulleikarnar og sigur, at teir eru nógv øktir tey seinastu árini.




Veðrur í býnum


Summastaðni í Føroyum hava fólk framvegis trupulleikar av, at seyðurin gongur millum húsini um veturin, men hetta er ikki ein serføroyskur trupulleiki. Sunnukvøldið fekk løgreglan í danska býnum Tønder boð um, at ein veðrur gekk og mól mitt í býnum. Veðrurin vísti seg ikki at vera so styggur, so tað eydnaðist løgregluni at taka hann. Hann hevði merki í oyranum, so tað var lætt at finna eigaran, skrivar Jydske Vestkysten.




Stuðul til gongugøtu


Tá Eik helt partaeigarafund í Runavík í síðstu viku, handaði Eik Grunnurin Símuni Johannesen, borgarstjóra í Nes kommunu, og Hans Jacob Lamhauge, borgarstjóra í Runavíkar kommunu, 100.000 krónur í stuðuli til at gera eina gongugøtu við ánna Løkin og kring Toftavatn. Ætlanin er at gera ljós og at seta benkur fram við gørtuni, og møguliga verður roynt at fáa laks niðan í ánna. Uppskotið eigur Petur J. Petersen.




Fer frá í ár


Hevur Berlingske Tidende rætt, fer Marianne Jelved at leggja frá sær sum formaður í radikala tingbólkinum seinni í ár. Sjálv hevur hon ikki nevnt tað við einum orði, men hon ber heldur ikki orð fyri at vera tan, sum avdúkar meiri enn neyðugt. Blaðið sigur seg tó hava fingið at vita frá fleiri radikalum tinglimum, at Marianne Jelved fer at boða frá avgerð síni í heyst. Eingin av tinglimunum vil tó leggja navn til sína meting, skrivar blaðið.




Nýggj handilsruta


Grønlendingar halda seg hava fingið væl burtur úr einum átaki, sum teir júst hava havt í Washington í USA. Millum luttakararnar vóru Royal Greenland, Air Greenland og grønlendska ferðavinnu- og vinnuráðið, og endamálið var at kunna amerikanarar um, hvat tað grønlendska samfelagið hevur at bjóða. Grønlendingar hava serliga góða vón um, at tann nýggja flogrutan millum Grønland og Amerika fer at økja samhandilin við USA.




Burtur við halgidegi


Danski vinnulívsfelagsskapurin Dansk Erhverv heitir nú á landsins myndugleikar og fakfeløgi um at strika Dýra Biðidag sum halgidag og frídag. Tað er sum vera man tað seinna, sum hevur felagsins áhuga, tí allir eykadagar eru kærkomnir í hesum tíðum,. sigur felagið. Ein búskaparfrøðingur hjá Dansk Erhverv, Jenhs Brendstrup, sigur við tíðindastovuna Ritzau, at ein strikaður halgidagur svarar til 10.476 fulltíðarstørv hjá tí almenna.




Ímóti floghavn


Grønlendski politikarin Aqqaluk Lynge leggur seg nú út í orðaskiftið í Bretlandi um at útbyggja ta stóru Stansted-floghavnina í London. Aqqaluk Lynge, sum er formaður í altjóða inuittafelagsskapinum, sigur, at tað fer at seta uppaftur meiri ferð á hitavøksturin á Jørðini, um Stansted-floghavnin verður bygd út. Við bretska blaðið Sunday Times sigur hann, at útbyggingin fer serliga at ávirka umstøðurnar í póløkinum og fólkið har.



Smyril siglur til Italia-dystin


Komandi vikuskiftið hevur Strandferðslan broytt ferðaætlanina hjá Smyrli, so

lagaligari er hjá suðuroyingum at koma til landsdyst


Broytingin ger tað møguligt hjá suðuroyingum at ferðast aftur og fram á

dystardegnum. Klokkan 17 verður siglt av Krambatanga, og klokkan 22 verður

loyst av Havnini.

Í tíðindaskrivi verður sagt, at hetta stig er tikið, tí dysturin hjá

fótbóltslandsliðnum má sigast at hava serliga stóran áhuga kring alt landið.



Kaldbaksvegurin stongdur


Kaldbaksvegurin er stongdur fyri allari ferðslu frá í morgun klokkan níggju, og til seinnapartin mikudagin klokkan fýra. Landsverk skrivar soleiðis á heimasíðu sínari:

“Vegna arbeiði hjá Fjarhitafelagnum verður vegastrekkið frá Sundi til íbindingina í Kaldbaksbotni stongt fyri allari ferðslu frá týsmorgni, 29. mai kl. 09.00 til mikudagin, 30. mai kl. 16.00.”