Fyrrverandi forsætisráðharrin í Finnlandi, Alexander Stubb úr konservativa Saviningarflokkinum hevur fingið flestar atkvøður á forsetavalinum í Finnlandi í dag.
Tá 98 prosent av atkvøðunum vórðu taldar hevur hann fingið 27,1 prosent av atkvøðunum.
Tann liberali Pekka Haavisto er nummar tvey við 25,7 prosentum.
Tað vísir uppteljingin sambært sjónvarpsstøðin Yle.
Harvið skulu Stubb og Haavisto kappast í seinna valumfrainum, sum verður um tveir vikur, tann 11. februar.











