Stuðulskonsertin við Stanley Samuelsen og Bárði á Lakjuni byrjar klokkan 20.30 í kvøld Stuðulskonsertin verður í samband við átakið, ´Í menniskjum góður tokki´, sum er eitt átak, sum ynskir at veita fíggjarliga sperdum familjum í Føroyum eina hjálpandi hond nú um jóltíðir.
Atgongumerkini, sum fáast við dyrnar í Ribarhúsi, kosta 100 kr.
Stanley Samuelsen munnu flestu føroyingar komast við. Hann er ættaður úr Fuglafirði, men hevur búð í Danmark í mong ár. Bárður á Lakjuni er somuleiðis úr Fuglafirði, men hevur búð í Leirvík seinastu mongu árini. Stanley hevur givið út fleiri fløgur - tann nýggjasta av hesum er ´Tíðin rennur´, sum kom út í 2008. Stanley spælir mest fólka- og vísutónleik og er annars eisini nógv virdur fyri sítt serstakliga góða guitarspæl.
Seinast Stanley var í Føroyum sang hann saman við Dickie Lee úr Texas. Tá var talan um country-framførslur, og tað prógvar bara hvussu víða Stanley spennir sum tónlistamaður.
Bárður á Lakjuni er í hesum døgum fløguaktuellur við bólkinum, T.O.S., har hann er sangari. Bárður hevur eisini verið við til at givið tvær fløgur út við vokalbólkinum SALT fyri nøkrum árum síðani. Hann syngur og spælir guitar, og á konsertini í Ribarhús fer hann at spæla og syngja nøkur av sínum egnu løgum, umframt okkurt tøkulagið.
Umframt at syngja og spæla hvør sær, fara Stanley og Bárður eisini at framføra okkurt lagið saman. Talan er um tvær rættiliga ymiskar tónleikaleiðir sum møtast í Ribarhúsi í kvøld.
Konsertin við Stanley Samuelsen og Bárði á Lakjuni byrjar klokkan 20.30 í kvøld.