Leygarkvøldið 27. august 2005 klokkan 21 verður ein stuðulskonsert í Ítróttarhøllini á Hálsi. Luttakandi bólkar á konsertini verða: Salt, Maria Anderssen og Heine Lützen. Eisini koma Absalon og dukkudreingirnir at luttaka.
Áðrenn sjálva konsertina er ein innandura fótbóltskapping, ið hevur fingið navnið "Logos kappingin". Kappingin er eitt sindur øðrvísi skipað, soleiðis at um man t.d. bannar, so er tað 2 minuttir útvísing. Eisini verða 4 andaktir hildnar ígjøgnum dagin. Tað ber til at melda seg til fótbólts kappingina á tlf 227482.
Bæði tiltøkini eru við til at stuðla einum "Lærisveinaskúla í Pakistan" í føroyski trúboðanarfelagskapurin Samverkamenn skipa fyri. Konsertin er ókeypis, men inni í høllini verður høvi at geva til "Lærisveinaskúlan".
Grundin til at man hevur valt at byrja ein lærusveinsaskúla, er tí at í øllum Asia veksur kristindómurin sera skjótt, og har er stórur tørvur á bíbliuundirvísing. Á henda hátt kunnu vit undirvísa 30 asiatum, og teir kunnu so fara víðari og undirvísa øðrum í teirra lokalu samkomum.
Øll eru hjartaliga vælkomin í høllina 27. august. Les meiri um tiltakið á heimasíðuni: www.samverkamenn.org