Stuðulskonsert fyri Rumeniahjálpina verður í Løkshøll 12. mars klokkan 19. Talan er um stuðulstiltak til frama fyri Rumeniahjálpina. Tiltakið er ókeypis, men høvið verður at lata gávu til Rumeniahjálpina.
Tey, sum fara at taka lut í konsertini, eru:
Jensina Hansen og systrarnar
Petur Hans Hansen
Ecclecia
Sofus Hansen
Zamar
Ragnar Olsen
Skipað varð fyri líknandi tiltaki í Løkshøll í desember 2009. Fitt av peningi kom inn ta ferðina. Hesin varð nýttur til nýggja streymveiting til barnaheimið í Betania, gassleiðing til eina familju, og nakað av peningi fór til arbeiði millum tannáringar, ið hava fingið staðfest HIV smittu.
Øll eru vælkomin og ókeypis er at koma inn.
Høvið verður at lata gávu til Rumeniahjálpina.