Jens Marni, Eyðun Nolsøe og Ragnar í Vík verða ímillum tónleikararnir, ið fara at framføra fríggjakvøldið í Vestmanna Tað er 10. flokkur í Vestmanna Skúla, ið skipar fyri konsertini, og peningurin fer óskerdur til Føroya Felag ímóti Krabbamein.
Vestmanna Skúli er farin undir eina verkætlan, har næmingarnir skulu læra hvussu tað er at savna pening inn til eitt hvørt endamál. Næmingarnir hava valt at lata allan peningin fara til Føroya Felag ímóti Krabbamein, og komandi fríggjakvøld verður aftur eitt tiltak í Vestmanna.
Talan er um tónleika framførslur, har Jens Marni Hansen, Eyðun Nolsøe, Ragnar í Vík, Martin Joensen og Oniontree fara at framføra. Eisini fara lokalir bólkar á pallin. Talan er um bólkarnir Brim og Thunderbirds.
Konsertin fríggjakvøldið er triðja tiltak, ið næmingarnir skipa fyri. Frammanundan hevur verið barnadiskotek og tombola, og næmingarnir siga, at privat fólk og fyritøkur hava víst stóran áhuga, og hava verið ein dyggur stuðul í verkætlanini.
- Tað er strævið at skipa fyri tiltøkum, tá vit eru so fá í flokkinum. Vit eru bara 11 næmingar, og tað blívur nógv ringarí aftur og fram, siga næmingar úr Vestmanna Skúla.
Hóast fríggjakvøldið vendir sær til tey ungu og vaksnu, so er eisini okkurt á skránni fríggjadagin fyri børn. Frá 15.00 til 18.00 verður eitt barnatiltak í ítróttarhøllini í Vestmanna, og verða millum annað hoppiborgir og fiskabrunnar til børnini at hugna sær við.
Les meira í Sosialinum í dag