Stuðulsgávur frá Kiwanis

Hjálparfelagsskapirnir Kiwanis Rósan og Kiwanis Tórshavn handaðu leygardagin stuðulsgávur til børn við krabbameini, Epileptikarafelagið og til Ælabogan. Somuleiðis handaði Kiwanis eina peningaupphædd til raksturin av bussinum hjá Sjúklingahotellinum, Hotel Tórshavn

Epileptikarafelagið og børn við krabbameini fingu 20.000 krónur í part, meðan Ælabogin og bussurin hjá sjúklingahotellinum fingu 25.000 krónur í part.

Heri Simonsen er limur í Kiwanis Tórshavn. Hann sigur, at felagið hevur sum endamál at hjálpa í nærumhvørvinum, og serliga hjálpa børnum. Kiwanis er eitt gamalt orð, sum stavar frá indianarunum í Norðuramerika, og merkir tað at lyfta í felag.
- Hetta er tað, sum vit vilja. Tørvurin á hjálp í Føroyum er størri, enn ein skuldi trúð. Tað er avmarkað, hvussu nógv vit fáa hjálpt, men vit gera okkara besta, sigur Heri Simonsen.

Kiwanis er ein altjóða felagsskapur, sum arbeiðir fyri at hjálpa fólkum í neyð. Felagsskapurin er politiskt og átrúnaðarliga óheftur. Felagsskapirnir í Føroyum samstarva við fealgsskapirnar í Íslandi.
- Kiwanis Tórshavn savna pengar inn við at selja jólatrø og at luta ein bát burtur. Eisini skipað vit fyri øðrum smávegis tiltøkum. Kiwanis Rósan hevur bingo og selur lutaseðlar. Somuleiðis er tað Rósan, sum stendur fyri fløskusavningini á Ólavsøku, sigur Heri Simonsen.