Stuðulsfløga varpar ljós á virksemi hjá Kvinnuhúsinum

Fyri stuttum kom út ein stuðulsfløga við 20 kendum føroyskum jólasangum, sum hava verið frammi seinastu fjórðingsøldina. Fløgan nevnist "Jól fyri Øll"

 

Allur peningurin, sum kemur inn í samband við søluna av "Jól fyri Øll" , fer óskerdur til virksemið hjá Kvinnuhúsinum.

 

Elin Reinert Planck (t.v. á myndini), leiðari av kvinnuhúsinum sigur, at tað er sera hjartanemandi fyri tær, sum starvast í kvinnuhúsinum, at menn hava tikið stig til eina slíka stuðulsútgávu. Hon heldur, at fløgan er avgjørt er við til at varpa ljós á virksemið hjá Kvinnuhúsinum. Hon fegnast eisini um, at fólk fáa høvið at ogna sær eina fløgu við einum fjøltáttaðum tónleikaskatti.

 

Í morgun vitjaði Elin Reinert Planck morgunsendingina hjá Rás2 til eitt prát um stuðulsfløguna, og um virksemið hjá kvinnuhúsinum.

 

Tað ber til at hoyra prátið við Elina Reinert Planck í ljóðbrotinum undir greinini.

 

(mynd: magn.fo)