Stuðulsfløgan »Hope for Haiti«, sum er upptøkur frá stuðulskonsertini við sama navni, ið George Clooney og MTV stóðu á odda fyri, er mest downloadaða fløgan í 18 londum. Eisini einstakir sangir selja sera væl. Ikki minst sangurin »Stranded (Haiti Mon Amour«, ið Jay Z, Rihanna og Bono og The Edge frá U2 framføra. Hesin er mest downloadaði sangurin í 12 londum.
Á iTunes siga tey somuleiðis, at »Hope for Haiti er tann fløgan í søguni hjá iTunes, sum er mest downloadað ein einstakan dag.
Sjálvt tiltakið, sum var ein stuðulskonsert við nøkrum av heimsins bestu tónleikarum, og ein pengainnsavning, har nakrir av heimsins bestu sjónleikarum hjálptu til, gav 300 milliónir krónur. Sambært Politiken, sum endurgevur BBC, er tað størsta upphæddin, nøkur sjónvarpsinnsavning hevur skavað saman.
Aftrat hesum 300 milliónunum koma so inntøkurnar fyri seldu fløgurnar, umframt at fólk framvegis lata pengar.