Stuðulsending í Lindini

Leygardagin 8. mars verður ein stuðulssending í Lindini til frama fyri stovnsetan av eini kristiligari útvarpstøð í Nuuk í Grønlandi. Sendingin byrjar kl. 15

Útvarpsstøðin Lindin hevur seinastu árini savnað pening inn til ymiskt evangeliskt arbeiði kring heimin. Í fjør varð gjørt av, at peningurin skuldi latast til ?Børn kring heimin?, hetta tiltak fevndi um stuðul til trý støð, eitt gentuheim í Nakuru í Kenya, summarlegur fyri børn í Rumenia og stuðul til arbeiðið millum børn í Kiev í Ukreina.

Fríkirkjurnar undir INO ætla at byrja eitt útvarpsarbeiði. INO ?Inuunerup Nutaap Oqaluffa? fevnir um 7 samkomur, sum liggja í Nuuk, Maniitsoq, Sisimiut, Aasiaat, Ilulissat, Kullorsuaq og Upernavik.

Lindin ynskir at hjálpa hesum samkomum m.a. við at veita peningastuðul og tekniska hjálp. Í hesum sambandi verður ein stuðulssending í Lindini leygardagin, har høvi verður at stuðla við at ringja inn og tekna teg fyri eina ávísa upphædd.

Í sendingini verður prát við fólk í Grønlandi og við fólk her á landi, sum hava eitthvørt serstakt at siga frá í samband við Grønland.

Í sendingini fara vit eisini at hoyra sang og tónleik beinleiðis úr Evangeliihúsinum. Millum sangararnar eru : Martin Joensen, Sigrid Rasmussen, Theodor Petersen, Birgit Thomsen, Kristina Bærentsen, Karl Johannesen o.fl.

Allir stuðlar hjá Lindini og onnur áhugaði eru vælkomin í Evangeliihúsið leygardagin millum kl. 15 og 18 til ein drekkamunn og at hoyra góðan sang og tónleik.

Sendingin byrjar kl. 15.00 og endar kl. 23.00.