Stuðulsbingo fyri sjúklingahotellið

Í dag klokkan 16 skipa Eldrafelagið Nón og Laura Olsen í Rituvík fyri stórum stuðulsbingo til frama fyri Sjúklingahotellið Tórshavn. Tiltakið verður á Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi, har góð parkeringsviðurskifti eru, og pláss er fyri í minsta lagi 200 fólkum. Í sambandi við stuðulstiltakið fer ellisheimið eisini at bjóða kaffi og køkur fyri lítið og lætt.

Laura Olsen sigur, at tey, sum standa aftan fyri tiltakið, hava fingið allan góðan stuðul.

- Í fyrsta lagi hevur Røktar-og Ellisheimið latið hølini ókeypis, og ein heilur hópur av vinningum eru latnir ókeypis til endamálið. Vit hava bara møtt vælvild. Vit hava ongastaðni verið á gátt, har vit hava fingið eitt nei. Øll eru positiv og vilja stuðla tiltakinum og endamálinum við vinningum.

Hon sigur, at ein av stóru vinningunum á stuðulstiltakinum verður ein bilpakki – ella ein ferð fyri tvey vaksin og tvey børn við bili til Danmarkar, og eisini verða vikuskiftispass til G! at vinna, lomb og aðrir góðir vinningar.

- Vit hava ein hóp av góðum vinningum, og vit hava ikki goldið eitt oyra fyri teir. Alt er latið okkum ókeypis, og tí fer allur ágóði púrasta óskerdur til Sjúklingahotellið Tórshavn.

Laura, sum saman við manninum, Jónsveini, hevur verið í sjúklingaumhvørvinum í Keypmannahavn í summar, vísir á, at fólk eru ógvuliga fegin um nýggja sjúklingahotellið, men kortini eru ymiskir vantar, sum ikki eru komnir upp á pláss enn, tí fíggjarlig orka er ikki til tað í løtuni.

- Tað, sum vit, ið standa aftan fyri stuðulstiltakið, serliga hugsa um, eru langtíðarsjúklingar – tey, sum búgva á sjúklingahotellinum yvir eina longri tíð.

Hon vísir á, at eitt nú sjúklingar, ið fáa kemoviðgerð og soleiðis hava serliga lítið mótstøðuevni, hætta sær illa í matstovuna, tí tey stúra fyri krímsjúkum.

- Tað eru tey, sum ikki tora í matstovuna, bara tey hoyra onkran hosta, leggur hon aftrat.

Laura sigur, at inni á kømrunum eru eisini vantar hjá teimum, sum búgva leingi á hotellinum.

- Vit vilja eftir førimuni hjálpa langtíðarsjúklingum til eina betri og sømiligari tilveru og samveru, meðan sjúkralegan er, sigur Laura Olsen, sum vónar, at nógv fólk koma til stuðulstiltakið á Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi seinnapartin í dag.

Stigtakarin hevur annars alt gott at bera nýggja sjúklingahotellinum í Keypmannahavn.