Stuðulin til fiskavirki kring landið eigur at verða tikin av

? Tað er ikki økismenning at lata fiskavirkjum kring landið flutningsstuðul, sigur Kristina Háfoss, sum er fíggjarpolitiskur talsmaður hjá tjóðveldisflokkinum

Stuðul

? Tað hevur onki við økismenning at gera at lata fiskavirkjum kring landið flutningsstuðul.
Tað heldur Kristina Háfoss, sum er fíggjarpolitiskur talsmaður hjá tjóðveldisflokkinum og limur í fíggjarnevndini hjá løgtinginum.
Sostatt er hon sannførd um, at flutningsstuðulin eigur at verða tikin av - eins og allur annars stuðul eisini eigur at verða tikin av.
Men hon leggur samstundis dent á, at hetta eru hennara egnu sjónarmið og at hetta er ikki ein støða, sum tjóðveldisflokkurin hevur tikið.
? Skulu vit tosa um ein sjálvberandi búskap, verður neyðugt at fáa so stóra virðisøking sum gjørligt burturúr tí tilfeingi vit hava og tað fáa vit ikki við tí vinnupolitikki, sum verður førdur í dag, sigur Kristina Háfoss.
Hon heldur, at áttatiárini eru eitt gott dømi um, hvat stuðul til vinnulívið førir við sær. Hinvegin er tað mótprógvað eftir kreppuna, at vinnan ikki stendur seg við ongum stuðuli, tí nú er vinnulívið meiri kappingarført enn tað nakrantíð hevur verið.

Vinnulívspolitikkurin ein forðing
Hinvegin heldur hon, at í vissum førum kann tað kanska forsvarast at lata vinnulívinum stuðul.
? Vit tosa oftani um at vit skulu hava fleiri bein at standa á og tað ber til at lata nýggjum vinnum stuðul í eitt avmarkað tíðarskeið fyri at geva teimum størri møguleika at fáa fótin fyri seg.
? Men at lata okkara høvuðsbeinið, fiskivinnuni, stuðul, er ikki rætta framferðin, sigur løgtingskvinnan.
Og hon heldur, at vinnulívspolitikkurin, sum nú verður førdur, er í veruleikanum ein forðing fyri at fáa fleiri bein at standa á og at fjøltáttað útflutningin
? Er onkur, sum ætlar at seta pening í vinnulív, er tað sjálvsagt, at íløgan verður gjørd í fiskivinnuna, tí har eru allir fyrimunirnir.
Fyrimunirnar, hon sipar til, er bæði flutningsstuðul og skattalætti til arbeiðsfólkið.
? Við tí politikki, sum verður førdur í dag, er tað ikki at undrast á, at 99,6% av útflutninginum er fiskavørur, tí við tí vinnupolitikki vit nú hava, fáa vit ikki ein meiri fjøltáttaðan útflutning.
? Flutningsstuðulin er avlagandi, tí hon ger, at fiskavirki virka vørur, sum ikki loysa seg og tí eigur at hann at verða tikin av í smáum eftir nøkrum árum.
Hon er vís í, at hetta fer ikki at draga høvuðsvinnuna úr útjaðaranum.
? Tað er ikki hent við øðrum vinnum og tað fer heldur ikki henda við fiskivinnuni.
Hon leggur afturat, at hetta eru eisini sjónarmið, sum hon fer at føra fram, nú fíggjarlógin fyri næsta ár skal leggjast.

Onki við økismenning at gera
Skulu vit taka flutningsstuðulin av, fer tað so ikki at beina fyri fiskavirkjunum kring landið og, hvussu samsvarar tað við ætlanirnar hjá samgonguni um økismenning?
? Vit hava sett okkum fyri at menna økini. Men stuðul til serligar vinnuna hevur onki við økismenning at gera. Skulu vit tosa um økismenning, skulu vit heldur tryggja, at samferðslan er góð, at samskiftismøguleikarnir eru góðir, at hava útbúgvingarmøguleikar kring landið, so at tey, sum búleikast kring landið, hava javnbjóðis møguleikar við tey, sum búgva inni á meginøkinum.
Hon leggur afturat, at tankin hjá Tjóðveldisflokkinum um eitt serligt samferðsluavgjald er ógvuliga áhugavert, tí tað hevði verið ein stórur stuðul til vinnulív kring landið.
Hon vísir eisini á, at í sambandi við undirsjóvartunlarnar, liggur tað í kortunum, at tá ið tunlarnir eru goldnir, skal tað vera ókeypis at brúka teir, hóast teir kosta landskassanum í rakstri.
?Men tað verður onki sagt um, at tað skal vera ókeypis at sigla við tí nýggja suðuroyarskipinum, tá ið tað er goldið, hóast eisini tað kostar í rakstri.
?Hví skal suðuroyarskipið verða øðrvísi enn ein undirsjóvartunnil og hvussu kunnu vit politiskt forsvara tað, at tað skal kosta at sigla við skipinum ímillum oyggjar, men at tað skal verða ókeypis at koyra ímillum oyggjar ígjøgnum undirsjóvartunlar, spyr Kristina Háfoss.

'