Hjálparpakkin hjá samgonguni, sum hevur til endamáls at bjarga ferðavinnuni undan korona-kreppuni, munar alt ov lítið.
Tað halda tey í Ferðavinnufelagnum.
Vinnunevndin hjá Løgtinginum er farin at viðgera ætlanina hjá samgonguni um hjálparpakkan fer úr gildið aftur longu 30. juni.
Men Ferðavinnufelagið sigur í eini viðmerking, at skulu ferðavinnufyritøkur fáa gagn av teimum hjálparpakkanum, má hann verða í gildið til 31. august, ella fær fáa endurgjald fyri 100 prosent í endurgjaldið fyri tær føstu útreiðslurnar tær hava, og ikki bara ein prosentpart, sum samgongan ætlar.
Eftir uppskotinum hjá samgonguni kann hvør fyritøka í mesta lagi fáa 10 milliónir í endurgjaldi og eru fleiri fyritøkur í einum samtaki, fáa tær í mesta lagi 10 milliónir tilsamans.
Men Ferðavinnufelagið sigur, at tað svarar als ikki til tann fíggjarliga missin, sum tær stóru ferðavinnufyritøkurnar hava havt av tí, at at samfelagið varð rakt av korona.
– Tá ið nú pakkin er ætlaður teimum størru fyritøkunum í ferðavinnuni, átti upphæddirnar tí at verið væl størri upphæddir, siga tey.
Ferðavinnufelagið heldur somuleiðis, at samtøk eiga at verða revsað fyri, at tey hava skipað seg í dóttirfeløg, sum hava fingið stuðul, tí so er tað ymiskt, hvussu tey størru ferðavinnufeløgini verða rakt, alt eftir hvussu tey hava skipað seg, og tað halda tey er órímiligt.
Annars er tað eisini ein partur av hjálparpakkanum, at fyritøkur kunnu fáa lán úr Framtak til virksemi.
– Tað er eitt gott íkast í einum hjálparpakka til ferðavinnuna, men tað kann ikki verða tað, sum skal bjarga ferðavinnuni. Ferðavinnan er mitt í einum menningarskeiði, og nógvar íløgur eru gjørdar. At bjóða fyritøkunum at taka meira lán til at bjarga sær úr kreppuni er valla ein gongd leið í longdini, sigur Ferðavinnufelagið.
Annars mæla tey til, at eisini tað at leiga bilar út, verður umfata av hjálparpakkanum tí talan er um eitt týðandi lið í føroysku ferðavinnuni, sum hevur nógvar útreiðslur við sær.