Stuðulin skal hoyrast

Nógvir áskoðarar eru til dystirnar hjá føroysku flogbóltslandsliðunum

 

Áskoðarar


Frá fyrsta degi av, hava føroysku áskoðararnir verið nógvir, tá føroysk ítróttafólk hava kappast.

Ikki minst í flogbóltinum hevur stuðulin verið sera ljódligur, og ivaleyst hevur hetta eisini munað væl hjá liðunum, tá kappast hevur verið.

Í flogbóltinum mundu mongu føroysku áskoðararnir tó verið í minniluta, tá Calypso-rútmurnar av Caymann fóru at swinga. Hesi hava spælt upp á so at siga alt, sum spælast kann uppá. Tómar cola-dósir, træpinnar, trummur og mangt annað hava verið nýtt, og líkt er nú til, at føroysku áskoðararnir hava tikið við læru.

Á myndini síggja vit í øllum førum eitt nýtt slag av trummu. Ein spann og ein træsleiv larma í øllum førum óføra væl, tá tey verða bukaði móti hvørjum øðrum, og hevur tú eitt grýtulok, so kann hetta so avgjørt eisini nýtast.

Fýra bretsk pund ? á leið 50 krónur ? má í øllum førum metast sum sera bíligt fyri eitt trummusett.