Stuðulin frá øðrum fakfeløgum stóran týdning fyri Pedagogfelagið

Fakfelagsrørslan skilur, at her henda alvorlig ting, og støðan er hættislig, sigur formaðurin í Pedagogfelagnum

Klokkan 16 í dag bjóðaði Fakfelagssamstarvið til kunnandi fund í Smæruni. Á leið 30 fakfeløg umboðandi ymiskar lønarbólkar og yrki luttaka á fundinum. Orsøkin til fundin er millum annað at umrøða støðuna og umrøða spurningin um, hvørt onnur fakfeløg skulu seta tiltøk í verk, nú Pedagogfelagið er í verkfalli fimtu vikuna.

 

 

Les eisini: Umrøða um onnur fakfeløg skulu seta tiltøk í verk

 

 

Á fundinum umrøddu fakfeløgini, hvørji tiltøk møguliga skulu setast í verk fyri at hjálpa Pedagogfelagnum. Tosað hevur verið um tiltøk og møguligt samhugaverkfall, sigur Kringvarpið í kvøld. 

 

 

Stuðulin frá øðrum fakfeløgum hevur stóran týdning fyri  Pedagogfelagið, heldur Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag.

 

 

– Nú eru øll fakfeløgini, ið eru í Føroyum, møtt upp. Fakfelagsrørslan skilur, at her henda alvorlig ting og støðan er hættislig. Tað hevur stóran týdning at síggja tað, at vit ikki eru einsamøll í verðini, segði Jógvan Philbrow við Kringvarpið. 

 

 

– Hetta snýr seg um frælsa samráðingarættin. Eitt fakfelag skal hava møguleika til at samráðast um viðurskifti, sum hava týdning fyri tað fakfelagið, segði hann og legði afturat, at talan ikki er um frælsi, tá ein vil tvinga eitt fakfelag til at góðtaka tað, sum onkur annar er komin fram til. 

 

 

Jógvan Philbrow segði eisini við Kringvarpið, at hann vónar, at fakfeløgini vísa, at tey stuðla Pedagogfelagnum á ein hátt, sum best røkkur endamálinum. Hann vildi ikki siga, um hann vildi hava onnur fakfeløg í samhugaverkfall, men at leggur dent á, at tey skulu vísa stuðul sín alment.