Vinnuframagrunnurin heldur fram við at lata beinleiðis stuðul til íverksetan og nýmenning í 2009 Umframt beinleiðis stuðul til íverksetararáðgeving, er ætlanin, at játtanin til íverksetan skal brúkast til skeiðs- og verkstovuvirksemi, ráðstevnur og netverkan, sum hava til endamáls at ala fram íverksetarahugburð og nýskapan í Føroyum.
Í 2008 umsat SamVit íverksetarastuðulin, meðan Vinnuframagrunnurin umsitur stuðulin í 2009.
Beinleiðis stuðul í 2 pørtum ? at byrja og at koma víðari
Fyrri partur av stuðlinum er ætlaður at stuðla íverksetarum, áðrenn tey fara undir nýtt virksemi. Á hesum stigi kann íverksetarin søkja um stuðul, ið kann brúkast til at keypa sær neyðuga serfrøðingaráðgeving innan viðurskifti, sum hava við stovnanina av nýggja virkseminum at gera.
Peningur er eisini settur av, at stuðla íverksetarum og ungum virkjum upp til 3 ára gomul, í sambandi við at víðka kapitalgrundarlagi í virkinum. Á seinna stiginum kann íverksetarin eisini søkja um stuðul til at keypa sær neyðuga serfrøðingaráðgeving.
Fyri at fáa stuðul, skal virksemi verða nýskapandi, og hava ein marknað uttan fyri Føroyar.
Fleiri upplýsingar um íverksetarastuðulin fáast við at venda sær til Steinbjørn í Dali, verkætlanarleiðara á telefon 217366 ella teldupost steinbjorn@dali.fo. Íverksetarastuðulin hevur sína egnu heimasíðu www.kleking.fo, har umsóknarblað, vegleiðing og reglugerð liggur, verður sagt í tíðindaskrivi.