Stuðul til verkætlan fyri børn

Blái krossur: Seinastu 3 árini hevur felagsskapurin arbeitt saman við Klaksvíkar kommunu og felagskommununi í Vágum við fyribyrgingarverkætlanini “Børn í Vanda”.

Nú er av álvara skapt fíggjarligt grundarlag fyri víðari arbeiðinum: Mentamálaráðið hevur játtað 50.000 kr. í ár og 150.000 um árið frá 2008 til 2010. Almanna- og heilsumálaráðið hevur játtað Bláa Krossi 130.000 kr. til verkætlanina í ár. 

– Hesin stuðulin er avgerandi fyri, at hetta átakið kann halda fram, sigur Hjalmar Hansen, aðalskrivari.