Hetta er endamálið við uppskotinum um stuðul til útjaðaraøkir, sum Henrik Old úr Javnaðarflokkinum legði fyri tingið 27. okt.
Í uppskotinum sigur Henrik Old, at 1 mió. kr. longu eru játtaðar til endamálið, men at ongin peningur er nýttur enn av hesari konto. Tí heldur hann tað vera av stórum týdningi, at nakað hendir í málinum sum skjótast.
Vinnunevndin í Løgtinginum hevur viðgjørt málið, og tekur hon undir við uppskotinum. Í álitinum frá vinnunevndini verður ásett, hvørji øki í landinum talan er um, hvørjir vørubólkar og hvørjar treytir skulu lúkast fyri at fáa studningin.
Hesi pláss koma undir skipanina: Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Gásadalur, Hestur, Koltur, Nólsoy, Skúvoy og Stóra Dímun.
Strandfaraskip Landsins hevur mælt vinnunevndini til, at veita studning til hesar vørubólkar: kunsttøð, kraftfóður, hoyggj, olju, gassfløskur og bingjur. Og hesar vørubólkar frá útoyggjum: mjólk, kjøt, gassfløskur og burturkast.
Fyri at forða fyri misnýtslu av skipanini, skal sendarin av eini vøru skjalprógva at móttakarin er fastbúgvandi í einum av nevndu útjaðaraøkjum.
Fastbúgvandi eru fólk, sum sambært skattalógini hava fastan bústað á heusm plássum.