Stuðul til samanhald

Í eina tíð hevur arbeitt verið fram ímóti at seta á stovn ungdómshús á Toftum, og nú eru fyrireikingarnar komnar so mikið áleiðis, at søkt er eftir leiðara til húsið. Tað eru hølini hjá Bank Nordik á Toftum, sum verða karmur um ungdómshúsið.

Leiðarin, sum verður settur, kemur at hava ábyrdina av dagliga virkseminum, fyrisitingini og fíggjarligu viðurskiftunum í ungdómshúsinum, ið verður fyri ungdóm í aldrinum, 13-18 ár.

Starvið verður fulltíðarstarv og verður sett 1. februar í 2011 ? ella so skjótt sum tilber.

Umsóknir til starvið skulu verða inni í seinasta lagi, 29. desember í 2010.

Tað, sum ikki er komið so nógv fram í sambandi við ungdómshúsið á Toftum, er, at bæði Nes kommuna og Runavíkar kommuna skulu deilast um lønina hjá leiðaranum, soleiðis at hvør kommuna rindar 150.000 krónur um árið.

Runavíkar kommuna hevur soleiðis játtað at stuðlað ungdómshúsinum á Toftum við 150.000 krónum hetta fyrsta árið, og ætlani er, at kommunan frameftir verður við í ætlanini.

Í Runavík siga tey, at aftanfyri hesa játtan og luttøku í ungdómshúsinum á Toftum liggur, at kommunan vil stimbra ungdóminum í báðum kommununum til samanhald.

Ungdómshúsið á Toftum verður soleiðis fyri ungdóm í báðum kommununum - og ikki bara í Nes kommunu.