Stuðul til Saab

Amerikanska bilaverksmiðjan General Motors kunngjørdi herfyri, at hon umhugsar at steingja Saab-verksmiðjuna í Trollhættan. Orsøkin er, at GM ætlar at miðsavna framleiðsluna á einari evropeiskari verksmiðju, og valið stendur ímillum Saab í Svøríki og Opel í Týsklandi.

Tað fær álvarssamar avleiðingar fyri Trollhættan-økið, verður verksmiðjan stongd, og tí hevur svenska stjórnin gjørt av at gera sítt til, at tað ikki hendir. Fyrramorgunin kunngjørdi stjórnin, at hon hevur gjørt av at játta 2,4 milliardir svenskar krónur til at bøta um vega- og jarnbreytarkervið á Trollhættan-leiðini. Ætlanin er millum annað at gera ein nýggjan motorveg og eina nýggja jarnbreyt ímillum Trollhættan og Gøteborg. Harafturat ætlar stjórnin at økja játtanina til gransking.

Umleið 150.000 fólk arbeiða í svenska bilídnaðinum. Verksmiðjan hjá Saab í Trollhættan gjørdi 114.000 bilar í fjør.