Stuðul til mentanarligt virksemi

Týskvøldið 20. september kl. 19.30 skipar Norðurlandahúsið fyri einum kunningarfundi um stuðul til mentanarligt virksemi.

Tað munnu verða fá listafólk her heima, sum ikki á ein ella annan hátt hava nomið sær royndir at søkja um stuðul til tiltøk og verkætlanir, og fyri mong teirra, er hetta kanska tann parturin av arbeiðnum, sum tykist møtimiklast.

Fundurin týskvøldið tekur støði í norðurlendska mentanargrunninum Kulturkontakt Nord. Endamálið við fundinum er at veita svar uppá nakrar av teimum spurningunum, sum stinga seg upp, tá ið ein situr og orðar stuðulsumsóknir, t.d. : hvussu selji eg mítt hugskot, hvussu fái eg boðskapin fram í einari umsókn? Hvat er ein góð umsókn, og hvat fyri krøv verða stillað? Hvat er tað fyri metingar, sum tey serkønu gera sær, tá ið tey lesa umsóknirnar? Hvat fyri tiltøk stuðlar Kulturkontakt Nord? Hvussu fái eg stuðul til tað, sum eg brenni fyri, og hvussu brenni eg í gjøgnum við tí, sum eg ynski stuðul til?

Tey, ið luttaka á fundinum og geva teirra boð uppá svarini, eru: Jón Brian Hvidtfeldt, journalistur, Urd Johannesen, umboð fyri norðurlendska grunnin Kulturkontakt Nord, Andrea Heindriksdóttir, fyrrverandi nevndarlimur í Kulturkontakt Nord, og Durita Brattaberg, operastjóri í Ringsager Opera í Norra.

Øll eru hjartaliga vælkomin og tiltakið er ókeypis.