– Arbeiðið, vit gera í Kjad, gongur út uppá at røkka ungfólki, áðrenn tey gerast bundin av alkoholi og fáa skaða av tí. Tað eru trý fokusøki í hesum arbeiðinum. Tey eru útbúgving, mobilisering og fyribyrging, sigur aðalskrivarin í altjóða Bláa Krossi, Anne Babb úr Finlandi, við Blákrossblaðið, ið kom út í vikuni.
Avleiðingarnar av alkoholi
Fyrst í mars var Anne Babb og vitjaði í Føroyum. Hon greiðir frá í Blákrossblaðnum:
– Bara tað at fortelja fólki, at tey fáa skaða av alkoholi, steðgar ongum. Tað, sum vit mugu gera, er at fáa fólk at gerast meira tilvitað um, hvørjar avleiðingar eru av tí, tey gera, sigur Anne.
Hon greiðir frá, at lívið í Kjad er ikki so einfalt, sum tað er um okkara leiðir. Millum annað eru tað mest dreingir, sum sleppa at vera í skúla allan dagin, meðan tað er vanligt, at gentur bara eru hálvan dag í skúla, tí væntað verður av teimum, at tær koma heim, tá ið dagurin er hálvrunnin til at gera mat, rudda og hjálpa til við húsarhaldinum. Tað er krevjandi arbeiði, tí arbeiðsumstøðurnar eru vánaligar, og nógvar gentur fáa als ikki loyvi at luttaka í nøkrum tiltøkum ella ítrivi aftaná skúlatíð, vísir aðalskrivarin í altjóða Bláa Krossi á.
– Men vit hava sæð góð úrslit, tá ið vit hava tosað við foreldrini um hetta, at bæði dreingir og gentur hava líka stóran tørv á skúlagongd, sigur Anne Babb við Blákrossblaðið.
’Motorssúklu-taxa’ og rúsevni
Tað eru starvsfólk hjá Bláa Krossi í Kjad, ið standa fyri undirvísingini, og so arbeiða tey eisini við ungum monnum, sum koyra ’motorssúklu-taxa’, og sum eru givnir í skúlanum.
– Teir sita ofta allan dagin og bíða eftir kundum, og tá byrja teir ofta at taka rúsevni. Vit vísa teimum á, hví tað ikki er í lagi, og at teir kunnu missa sítt arbeiði. Eisini royna vit at hava gott samskifti við skúlastjórar, samkomuleiðarar og onnur, sum hava áhuga í at arbeiða við hesum trupulleikunum, sum rúsdrekka er, sigur Anne Babb í viðtalu við Blákrossblaðið.
Alkoholídnaðurin leggur trýst á
Anne Babb vísir á, at tað eru stóru framleiðararnir av rúsdrekka, sum hava ágangandi lýsingar, sum sannføra ungfólk so tíðliga sum møguligt, at tað at drekka er nakað, sum tey skulu royna. Tey vilja, at býirnir skulu skipa so fyri, at meira kann seljast av rúsdrekka, og so siga tey til dømis eisini, at fólk, ið ikki forvinna meira enn eina evru um dagin, skulu brúka hana til at keypa øl fyri, tí tað hava tey uppiborið, vísir aðalskrivarin í altjóða Bláa Krossi á.
Hon vísir eisini á, at fleiri bryggja heimanífrá fyri at forvinna pengar.
– Tað eru ikki hesi, vit skulu skuldseta, tí vit skilja væl, at øll hava brúk fyri inntøku, men tað er harafturímóti alkoholídnaðurin. Bæði í Evropa og Afrika verður stórt trýst lagt á tað unga fókið. Alkoholídnaðurin roynir at festa nakrar myndir í okkara høvur frá sera ungum árum av, tí tá ið børnini gerast vaksin, so verða tey kundar, sigur Anne Babb.
Avmarkingar
Hon vísir á, at Blái Krossur arbeiðir við at hjálpa teimum, ið koma út í trupulleikar av rúsdrekka ella stoffum, men at arbeitt verður eisini at avmarkað marknaðarføringina, millum annað við at seta aldursmarkið upp, at rúsdrekka ikki kann keypast allar tíðir á samdøgrinum og at hava prísin høgan.
Blái Krossur virkar í 40 londum kring heimin, og Føroyar eru eitt teirra. Føroya Landstýri hevur áður játtað altjóða Bláa Krossi pengar til stuðulsverkætlan í Kjad.