Stuðul til Lindina

Fíggjarliga grundarlagið undir virkseminum hjá Lindini eru sjálvbodnar gávur. Við víðkaða virkseminum er tørvurin á stuðlum nógv vaksin. Lindin hevur verið virkin í 7 ár, og í hesa tíðina er sendinetið víðkað, fleiri starvsfólk sett, senditíðin longd og ymiskt annað. Leygarkvøldið kl. 19 skipar Lindin fyri einum stuðulskvøldi. Umframt at útvega Lindini fleiri fastar stuðlar, so er eisini ætlanin at savna pening til eina nýggja útvarpsstovu. Hetta skal ætlandi vera triðja útvarpsstovan hjá Lindini.