Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður í almannamálum, hevur avgjørt at seta í gildi eina kunngerð um samsýning til forsturforeldur, ið hækkar samsýningina til fosturforeldur.
Kunngerðin gevur m.a. heimild til at javna samsýningina, sum hevur verið óbroytt síðani 1993. Harumframt er sum nakað nýtt møguleiki fyri at falda ásettu samsýningina tríggjar ferðir, um talan er um eitt sera trupult barn, ella sjey ferðir, um talan er um eitt barn, sum er óvanliga trupult, og sum tessvegna krevur heilt serliga røkt frá fosturforeldrunum.
Tann ásetta samsýningin kann eisini sjeyfaldast, um talan er um eitt barn undir eitt ár. Ein trý- ella sjeyfalding av ásettu samsýningini kann veitast í tríggjar mánaðar ísenn. Eftir hetta tíðarskeið skal gerast ein meting av, um tiltakið virkar eftir ætlan, og um ráðiligt er at halda áfram við tiltakinum. Tað eru í løtuni umleið 70 fostur- og umlættingarfamiljur íalt í høvuðsstaðarøkinum og í Klaksvík.
Kunngerðin verður sett í gildi í næstum.
Harumframt arbeiðir Trivnaðarmálaráðið við at gera eina fosturforeldraskipan, sum skal vera galdandi fyri alt landið. Hendan verður væntandi klár at seta í verk um ársskiftið, verður upplýst úr Trivnaðarmálaráðnum.