Stuðul til fiskivinnuroyndir

Tíðindaskriv
Fiskirannsóknarstovan

10. november var freist at søkja Fiskivinnuroyndir um stuðul til verkætlanir. 33 umsóknir komu inn.
Søkt verður um eina samlaða upphædd uppá kr. 9.068.637. Verkætlanirnar hava ofta ein part av fíggingini sum eginfígging og kann onkutíð harafturat vera talan um aðra fígging eisini (evt. útlendska). Verkætlanirnar hava tí eitt størri virði enn tað latið verður í stuðli frá FISKIVINNUROYNDUM. Samlaða virðið á verkætlanunum er mett til í minsta lagi kr. 13.907.616. Á myndini er lutfallsliga fíggingin avmyndað. Fiskivinnuroyndir stendur fyri 64 % av metta virðinum.
Umsøkjarar kunnu vera vinnufyritøkur, feløg, almennir stovnar og einstaklingar. Býta vit umsóknirnar eftir hesum síggja vit at:
Vinnufyritøkur standa fyri 10 umsóknum
Almennir stovnar 18 umsóknum
og einstaklingar 5
umsóknum

Raðfestu økini eru í ár 7 í tali. 6 fakøkir og sum tað nýggja tiltakið hesuferð: Vinnugranskaraskipanin.
Býta vit umsóknirnar á økini er myndin henda:
Býtið av umsóknum á á raðfest økir
Fiskiskapur við ábyrgd37%
Gagnnýtsla av øllum 21%
sjómatartrygd og nøgdsemi brúkarans 18%
Virðisøking av upsatilfeinginum 0%
Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni 12%
Heilsa, trygd og Umhvørvi 3%
Vinnugranskarar 9%
Um vit sammeta við árið í fjør, eru fleri áhugaverd viðurskifti.

?Samlaða talið av umsóknum er nakað minni í ár (33) í mun til í fjør (38). Men hinvegin er dygdin í umsóknunum væl betri hesuferð. Tilvitanin um, at tað er kapping um pengarnar ger, at umsøkjarin ger sær størri ómak við hugskotinum, fyrireikingunum og neyðugu skjalprógvunum.

?Vinnufyritøkur síggja eisini, at tað er ein fyrimunur at hava nakað av eginfígging við í umsóknini, og tí sæst ein lutfallsligur vøkstur í eginfíggingini, har vinnufyritøkur eru umsøkjararar.

?Almennir stovnar eiga tó enn lutfallsligu størstu rúgvuna av umsóknum, og tað sær ikki út til at minka, heldur tvørturímóti.

?Tað tykist ikki at verða nakar áhugi fyri at gera verkætlanir innan virðisøking av upsatilfeinginum. Kanska hongur hetta saman við, at upsaprísurin er so metlágur, at fyritøkur og stovnar eru eitt sindur mótleys í løtuni.

?Tað tykist at vera ein vaksandi áhugi fyri teimum nýggju økjunum: Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni og Heilsa, trygd og Umhvørvi.

?Tað er at fegnast um, at tikið er so væl ímóti nýggju skipanini við vinnugranskarum í vinnulívinum.

Fiskivinnuroyndir er ein játtan hjá Fiskimálaráðnum, sum hevur til endamáls at stuðla undir gransking og menning í fiskivinnuni. Málsviðgerðin av umsóknunum um verkætlanir fyri 2004 verður liðug til jóla.