Tann 1. apríl er tíðarfreistin fyri at søkja um stuðul til filmsframleiðslu úr nýggja filmsgrunninum hjá Norðurlandahúsinum og Klippfisk.
Grunnurin hevur 200.000 krónur um árið at lata í stuðuli til føroyskar filmsverkætlanir.
Stuðul kann latast til fiktiónsfilmar og til dokumentarfilmar.
Í metingini av umsóknunum verður dentur lagdur á listarliga dygd, nýskapan og førleikan hjá teimum luttakandi at gjøgnumføra verkætlanina.
Hugt verður eisini eftir, um samband er ímillum listarligu málini og praktisku fyritreytirnar, sum verða lýstar í verkætlanini.
Nevndin, sum viðger umsóknirnar, hevur tríggjar limir frá Klippfisk og ein lim frá Norðurlandahúsinum.