Tey, ið hava áhuga fyri at fremja ferðavinnusamstarv millum londini í Útnorði, kunnu søkja um stuðul til verkætlanir, vørumenning, ferðir og tílíkt. Uttanríkisráðið sigur, at umsóknir skulu í minsta lagi fevna um samstarv millum tvey av teimum trimum londunum í Útnorði.
Stuðul verður í høvuðsheitum veittur til verkætlanir innan hesi øki: Menning av ?kombinationsturisme?cruise, temaferðir, short break og tílíkt Útbúgving innan ferðavinnuuppihald til starvsvenjing, fakligar kanningarferðir, skúlaferðir, ferðavinnuútbúgvingar og tílíkt umframt marknaðarføring og greining av ferðavinnuvíðkan av altjóða átøkum
Umsóknir skulu skrivast á donskum á serlig umsóknarbløð og sendast: NATAC/o UttanríkisráðiðTinganesPostsmoga 118FO-110 Tórshavn.