Stuðul til country-festival

Vestmanna: Sum kunnugt ætlar Vestmanna Talvfelag sær at skipa fyri stórum country-festivali í bygdini 16. til 18. september.

Eitt slíkt tiltak kostar sjálvandi pening, og tí vendi felagið sær til kommununa um stuðul til tiltakið. Í fyrstu syftu við ynski um at leiga ítróttarøllina ókeypis og í øðrum lagi at brúka økið innanfyri brandstøðina til campingvognar og aðrar fasilitetir.
Bygdaráðið her til, at stuðla tiltakinum við 5.000 kr., eins og loyvi var givið fyrireikarunum at nýta ítróttarhøllina ókeypis.