Stuðul til bústaðarbygging og –umvæling lækkar

Seinasta freist at søkja um stuðul til bygging og umvæling av egnum bústaði eftir gamla hámarkinum, er hósdagin 30. juni 2011

Hámarkið fyri stuðul til bygging og umvæling av egnum bústaði lækkar fríggjadagin 1. juli frá 100.000 kr. til 50.000 kr.

Tey, sum søkja um stuðul hesar seinastu dagarnar áðrenn 1. juli, fáa stuðul eftir verandi hámarki á 100.000 kr, meðan tey, sum søkja eftir 1. juli, í mesta lagi fáa stuðul til 50.000 kr av sínum byggi- ella umvælingarkostnaði.

Treytirnar fyri at fáa stuðul eftir verandi hámarki eru, at byggi- ella umvælingararbeiðið er gjørt, rokningarnar goldnar og umsóknin um stuðul latin inn áðrenn 1. juli 2011.

Stuðulin avtikin 2012

2011 er síðsta árið, har stuðul verður latin til bygging og umvæling av egnum bústaði.

Stuðulin verður avtikin 1. januar 2012. Stuðulin hevur verið veittur síðani 2007, men síðani 2009 er hægsta stuðulsupphæddin minkað við 50.000 kr. árliga. Talið av umsóknum er tó vaksið ár um ár. Í 2009 fekk TAKS 1.450 umsóknir og 28 mio. kr. vórðu goldnar í stuðli. Í 2010 vóru 1.650 umsóknir og 33 mio kr. goldnar í stuðli. Higartil í ár hevur TAKS fingið 700 umsóknir og goldnar eru 9,95 mio. kr. í stuðli.

Tað boðar TAKS frá.