Granskingarnevndin hevur á fundi hin 16. mai játtað stuðul til 10 nýggjar granskingarverkætlanir. Tilsamans eru játtaðar 6.353.719 krónur til verkætlanir innan økini mentan, náttúra og náttúrutilfeingi, matur og heilsa. 36 umsóknir vóru um stuðul, og søkt varð um tilsamns 24 miljónir krónur.
- Aftur í ár vóru fleiri sera góðar og viðkomandi verkætlanir, sum nevndin noyddist at geva avslag til - orsakað av avmarkaðum fíggjarkarmum.
Tað sigur Granskingarráðið í tíðindaskrivi.
Tilsaman eru 111 umsóknir stuðlaðar úr Granskingargrunninum, síðani hann varð settur á stovn. Yvirlit yvir allar verkætlanir, sum hava fingið stuðul til og við 2010, kann síggjast á heimasíðuni www.gransking.fo
Umsóknirnar, sum hava fingið játtað stuðul úr Granskingargrunninum í 2011, síggjast á somu heimasíðu.
Tað var á fundi í granskingarnevndini hin 16. mai, at hesar 10 nýggju granskingarverkætlaninar fingu stuðul á tilsamans 6.353.719 krónur innan økini mentan, náttúra og náttúrutilfeingi, matur og heilsa.