Stuðul hevði ment bløðini

- Orsakað av neyðugu inntøkunum og hørðu kappingini við loftmiðlarnar er ógjørligt at minka um tíðindaframleiðsluna á bløðunum, sigur Jan Muller, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum

Eins og stjórin á Dimmalætting tekur oddamaðurin á Sosialinum heldur ikki undir við uppskoti mentamálaráðharrans at skerja í blaðútgávunum.
Jan Muller sigur, at tá tað undir kreppuni gjørdist neyðugt at økja útgávutalið upp í fimm, vísti hetta seg at vera ein røtt avgerð, sum bjargaði føroysku bløðunum. Men sambært Jan Muller eru aðrar orsøkir enn tær fíggjarligu.
- Vit liva m.a. av at selja tíðindi, og tíðindi eru ikki avmarkað til bara nakrar ávísar dagar um vikuna. Fólk vilja vita, hvat hendir í samfelagnum, og her eru vit noydd at fylgja við í kappingini við loftmiðlarnar, sum koma út við tíðindum so gott sum hvønn dag, sigur Jan Muller.
Ábyrgdarblaðstjórin á Sosialinum vísir á tað funktión, bløðini hava í dag, bæði sum almenn tænasta fyri felagsskapir, stovnar, feløg og einstaklingar, men eisini sum garantur fyri nýggjum tíðindaflutningi og orðaskifti.
- Allar hesar uppgávur gera tað alneyðugt, at vit geva blaðið út ofta, tí umframt, at fólk ikki lesa gomul bløð, er hetta eisini neyðugt fyri lýsingarinntøkurnar, sigur Jan Muller. Fyri at menna blaðheimin mælir leiðarin á Sosialinum í staðin til, at stuðul verður latin til bløðini.
- Í grannalondum okkara verður týdningurin av bløðunum mettur at vera so stórur, at stuðul verður veittur, men í Føroyum finst eingin slíkur, sigur Jan Muller at enda.