f. Miðflokkin
Bill Justinussen
Jenis av Rana
Støðan í dag er hon, at hvør einasti føringur eigur lut í ávísum vinnufyritøkum. Og talan er ikki um hissini fyritøkur. Nakrar av kendastu eru Atlantsflog, Føroya Banki, Føroya Fiskavirking og Føroya Tele. Semja er um, at flestu teirra eru væl riknar, vitan og tænastur eru bygdar upp, og eru ein ogn í sær sjálvum. Og fitt yvirskot kemur hvørt ár í landskassan- hvørjum einasta føringi (tvs. ognarunum) til fyrimunar.
Uppskot Fólkafloksins, serverað av Útvarpi Føroya sunnudagin kl 14.00, er at nú skal tann føroyingur, ið kann og vil, kunna fáa stuðul úr landskassanum (tvs. úr sínum egna lumma) til at keypa partabrøv í nú almennu fyritøkunum (tvs. frá sær sjálvum), tá hesar verða privatiseraðar (tvs. tiknar frá hesum sama føroyingi).
Fantastiskt- genialt!
Tað mest geniala er tó, at flestu føringar, t.d. illa sperdar barnafamiljur, pensionistar, arbeiðsleys og vit kundu hildið á, tey hava neyvan ráð at keypa, fáa tí ongan studning og missa ta ogn, tey í dag eiga. Hini, tey, ið hava peningin kláran, kunnu í friði og náðum leggja inn undir seg aftur tær ognir, sum vanligi føringurin bjargaði í kreppuni og fáa harafturat beinleiðis atgongd í landskassan eftir peningi at gjalda part av hesum keypi við.
Og stuðul man hann, Fólkaflokkurin, fara at fáa lítil ivi um tað. Fyrstur at koma við tankanum var verandi løgmaður, sum longu í 2000 skeyt upp at geva part av Føroya Banka (sum vanligi føroyingurin átti og eigur) til sama vanliga føroyingin, og hugsjónaliga man Sambandsflokkurin liggja á somu linju.
Einasti áhugaverdi spurningur er, um Tjóðveldisflokkurin vaknar og gjøgnumskoðar einskiljingarsjónleikin.