Ein nýggj avtala er gjørd við donsku granskingarráðini um, at uppsløg frá ráðunum, ikki einans skulu lýsast í Danmark, men eisini í Føroyum og Grønlandi. Her í Føroyum koma uppsløgini í framtíðini í Dimmalætting og Sosialin.
Donsku granskingarráðini eru seks í tali: Statens Forskningsråd (SNF), Statens Sundhedsvidenskabelige Forskningsråd (SSVF), Statens Jordbrugs- og Veterinærvidenskabelige Forskningsråd (SJVF), Statens Samfundsvidenskabelige Forskningsråd (SSF), Statens Humanistiske Forskningsråd (SHF) og Statens Teknisk-Videnskabelige Forskningsråd (STVF). Tey veita stuðul til verkætlanir, netverk, ph.d. nám, vísindaligar ráðstevnur, symposiir o.t. umframt námsferðir uttanlands, tíðarrit og sonevndar START-ætlanir.
Nøkur uppsløg hava longu verið, sum av misgávum ikki eru lýst í Føroyum. Av tí at umsóknarfreistin til teirra verður úti longu 1. okt. 1998, er avgjørt á hesum sinni at vísa til heimasíðuna hjá donsku granskingarráðunum. Adressan er www.forskraad.dk. Har eru frágreiðingar um uppsløgini, umsóknarbløð og allar neyðugar upplýsingar. Áhugað kunnu eisini venda sær til Granskingarráð Føroya ella Undirvísingar- og Mentamálastýrið