Stuðlið stríðnum móti krabbameini!

- Stuðulin frá spyr.fo munar væl hjá Krabbameinsfelagnum, sigur felagið í dag.

Krabbameinsfelagið og spyr.fo hava endurnýggjað stuðulsavtaluna, sum varð gjørd fyri góðum ári síðan.

 

Stuðulin fer til gransking og upplýsing um prostata- og bróstkrabba, sum eru størstu sjúklingabólkar hjá monnum og kvinnum.

 

- Spyr.fo er skjótur, ómakaleysur og ókeypis stuðulsmøguleiki, har fólk stuðla við at svara skjótum spurnarkanningum á fartelefonini. Afturfyri letur tann, ið ger kanningina, eina upphædd til Krabbameinsfelagið.

 

Krabbameinsfelagið vísir á, at um fólk á henda hátt ynskja at gera mun, er tað einasta sum krevst, at tey hava eina snildfon og skráseta seg á spyr.fo.

 

- Tá tú hevur skrásett teg, fært tú av og á eini sms-boð við smáum spurnarkanningum, sum verða svaraðar beinleiðis á fartelefonini. Kanningarnar taka einans ein til tveir minuttir at svara.

 

Lagt verður aftrat, at hvørja ferð ein luttakari svarar, letur tann, sum ger kanningina, fýra krónur til Krabbameinsfelagið.

 

- Hetta ljóðar kanska ikki av nógvum, men tá 300-400 fólk svara hvørji kanning, verður hetta skjótt til ein munandi stuðul til Krabbameinsfelagið.

Í Krabbameinsfelagnum eru tey ógvuliga fegin um samstarvið, sum higartil hevur veitt felagnum 79.720 krónur í stuðli.

 

- Vit vilja tí heita á enn fleiri føroyingar at taka undir við hesum møguleika og skráseta seg á spyr.fo," sigur Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum.

 

Hon heitir eisini á tey, sum longu hava skrásett seg, um at svara so ofta sum til ber, tá spurt verður og soleiðis kunnu fólk í enn størri mun vera við til at stuðla stríðnum móti krabba.