Stuðlarnir svíkja Bush

Fleiri republikanarar venda George W. Bush, forseta bakið, eftir at tað er komið fram, at hann loyvdi trygdartænastuni at avlurta telefon­samrøður og at lesa teldupost hjá fólki, uttan at dómsvaldið hevði góðkent tað

Týsdagin fekk formaðurin í amerikanska hægstarætti, John Roberts, eitt bræv. Brævið var frá dómaranum James Robertson, sum segði frá, at hann hevði gjørt av at siga seg úr starvinum sum dómari í í tí loyniliga fregnar­tænastu­dóm­stólinum. Tað er hesin dómstólurin, sum skal tryggja, at fregnartænastan heldur seg innan fyri lógar­innar karmar.
Sambært Wahsington Post segði James Robertson seg úr starvinum sum mótmæli ímóti, at George W. Bush, forseti, gav trygdartænastuni National Security Agency (NSA) loyvi til at lurta eftir telefonsamrøðum hjá fólki og at lesa teirra teldupost uttan at spyrja dómsvaldið fyrst.
Tað var New York Times, sum avdúkaði avgerðina hjá forsetanum, og málið verður nú lýst sum ein gøla. Fleiri kongresslimir hava sagt, at forsetin breyt lógina, tá hann gav NSA loyvi at njósnast ímóti amerikonskum ríkis­borgarum, uttan at dóms­valdið hevði givið sítt sam­tykki.
Hjá forsetanum kemur tað serliga illa við, at fleiri leiðandi republikanarar finnast at avgerð hansara. For­maðurin í lógarnevndini, Arlen Specter, hevur sagt, at hann vil hava eina hoyring um málið í Senatinum aftan á nýggjár, og seinni hava tveir republikanskir kongresslimir sagt, at teir taka undir við demo­kratunum, sum krevja, at NSA-avgerðin hjá forset­anum skal kannast.
Tað er greitt, at forsetin er kroystur. Tað gav at bíta, tá talsmaður forsetans, Scott McClellen, helt tíðinda­fund týsdagin, og ein av tíð­inda­monnunum endurgav tað, sum forsetin segði í einari røðu í fjør:
- Hvørja ferð tú hoyrir amerikonsku stjórnina tosa um avlurting, so krev­ur tað góðkenning frá dóms­valdinum. Hetta er ikki broytt. Tá vit tosa um at jagstra yvirgangsmenn, skulu vit hava eina góðkenning frá dóms­valdinum, áðrenn vit gera nakað, segði Bush tá. Gølan nú vísir, at Bush segði ósatt, og McClellen sýtti eisini fyri at gera nakra viðmerking til brotið úr røðuni.