Stuðlarnir flokkast um Lindina

Hóast niðurgongd er í búskapinum er framvegis stórur áhugi fyri at stuðla kristiligu útvarpsstøðini Lindini. Leygardagin hevði Lindin hálvárligan innsavningardag, og rásin fekk næstan 50 nýggjar stuðlar.

- Vit plaga at siga, at um vit fáa einar 25 nýggjar stuðlar, tá vit hava hesar dagarnar, so eru vit væl nøgd, so tú kanst ætla, at vit eru sera væl nøgd við repsonsið leygardagin, sigur Preben Hansen, nevndarformaður í Lindini.

Millum 700 og 800 fastir stuðlar eru fíggjarliga grundarlagið undir raktstrinum hjá Lindini, og í løtuni kostar tað 1,2 milliónir krónur um árið at reka Lindina.