Er ilt at fáa føroyskar myndugleikar og stovnar at fáa eyga á tað áhugaverda og spennandi í tínum hugskoti, ber til at hyggja út um landoddarnar og fáa bæði stuðul og fígging. Í hesum døgum lýsir Nordisk Kulturfond í bløðunum við, at tað ber til at søkja um stuðul til mentanarligar verkætlanir. Nordisk Kulturfond, sum er ein sjálvstøðugur stovnur undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, lutar á hvørjum ári 25 miljónir krónur út til norðurlendskar verkætlanir, so sum list, sjónleik, tónleik, dans, og nýggjar miðlar. Í komandi ári er ein serstøk upphædd oyramerkt til verkætlanir, sum hava samband við, at Reykjavík, Bergen og Helsingfors verða mentanarbýir ár 2000.
Hvør kann so søkja? Høvuðsreglan er, at Nordisk Kulturfond stuðlar verkætlanum, har í minsta lagi trý av norðurlondunum eru við. Grønland, Føroyar og Áland verða mett á jøvnum føti við hini Norðurlondini. Undantøk verða gjørd um geografiska frástøðan talan fyri tí. Stuðul verður veittur til verkætlanir, ið vara í eitt ár, men verkætlanir, ið fevna yvir longri tíðarskeið, fáa eisini stuðul, - men tá verður umsóknin endurskoðað á hvørjum ári.
Verkætlanir, sum hava til endamáls at kunna um norðurlendskt samstarv og mentunarlív, verða eisini stuðlaðar. Dømi um tiltøk, sum Nordisk Kulturfond hevur stuðlað í farna ári er kava- og ísmyndhøggaraframsýningin í Nuuk í Grønlandi, bátaframsýningin á Sjöhistoriska Savninum í Stockhólmi og barnabókmentaráðstevnan í Mariehamn í Álandi í fjør, har framtíðin hjá barnabókini varð umrødd.
Tey, ið hava hug at søkja um stuðul úr Nordisk Kulturfond, skulu lýsa verkætlanina væl, kunna um allar liðir í ætlanini og greiða frá, hvussu hon verður fíggjað og hvørjar inntøkur hon fer at hava, tá ið hon er gjøgnumførd. Nevndin í grunninum er mannað av norðurlendskum politikarum og embætisfólki í mentamálastýrum.