Stuðla tiltøkum móti rúsdrekkamisnýtslu

Tíðindaskriv

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur sett í gildi eina reglugerð um stuðul til "Tiltøk móti rúsdrekkamisnýtslu". Endamálið er, at játta feløgum stuðul til upplýsandi og fyribyrgjandi virksemi móti rúsdrekkamisnýtslu.
Stuðul verður ikki latin til stovnar og feløg, sum fáa eina játtan á fíggjarlógini til sama endamál og ikki til kommunur. Umsóknirnar um stuðul skulu skrivast á oyðublaðið, sum er ætlað til endamálið. Oyðublaðið og reglugerðin eru at finna á heimasíðuni hjá Almanna- og heilsumálaráðnum www.ahr.fo og kunnu eisini fáast við at venda sær til ráðið.