Vit kunnu øll verða samd um, at tá gestir koma til landið, so eiga vit øll ? eisini prestarnir - at sýna teimum allan blíðskap.
Men tá talan er um ein gest, sum skal prædika í kirkju okkara, hava prestarnir eina ábyrgd, ið vit onnur ikki hava. Teir hava skyldu til at ansa eftir, at eingin fer á prædikustólin sum lærir í stríð við Guds orð.
Og tað er júst hetta sum er hent. Ætlanin var at ein danskur biskupur - sum hevur góðtikið at samkynt paralag kann markerast í kirkjuni - skuldi prædika. Hetta er villeiðandi læra sum eigur at vera bannlýst í kirkjuni.
Okkara prestar, Niels Pauli Danielsen og Hans Eiler Hammer, gjørdu tí tað sum rætt er, at siga nei til at hesin biskupurin fekk loyvi at prædika í Christianskirkjuni.
Vit vilja av fullum huga taka undir við prestum okkara í hesi avgerð, og takka fyri at tit - saman við kirkjuráðnum í Klaksvík - stóðu stinnir í hesi søk. Eisini skal ein tøkk ljóða til Bergur Debes Joensen og Sverra Steinhólm fyri tykkara støðu í hesum máli.
Nevndirnar í Emmaus KFUM & K Soli Deo Gloriastarv við føroyskt oljufelag. Vit mugu tí arbeiða fyri at varðveita eina javnvág, og eg haldi sjálvur, at vit hava megnað at byggja upp gott samstarv við myndugleikarnar. Og við at lurta eftir ráðum frá teimum kunnu vit sleppa undan ringum avleiðingum.
Fyri okkum, sum koma uttanífrá, er tað avgerandi, at vit taka ímóti ráðum frá lokala fólkinum og arbeiða út frá tí, sum er best fyri meirilutan sigur Richard Hardmann og vísir annars á, at teir eru stórir nokk til at fara undir eina skilagóða leiting.
-Vit hava brúkt nógvar pengar uppá at útvikla felt aðrastaðni, og við teimum feløgum, sum vit arbeiða saman við, meta vit okkum eisini at vera førar fyri at gera neyðugu íløgurnar í eitt og hvørt felt, sum verður funnið á djúpum vatni við Føroyar.
Richard Hardmann heldur eisini, at tað hevur týdning fyri oljuídnaðin í Bretlandi, at tað verða funnin felt á føroyskum øki. Tað fer at stimbra og menna hann. Tí er hetta er ein sera stórur møguleiki fyri Føroyar. Tað, sum vit mugu fyribyrgja, heldur hann, er ein yvirupphiting, sum fær negativa ávirkan á føroyska samfelagið.
Richard Hardmann heldur tí avgjørt, at tað er framtíð í Atlantsmótinum Men hvussu stór hon verður veit hann ikki. Tað fáa vit at vita um 2-3 ár. Teir ætla sær at bora næsta summar og hava longu tveir boripallar, sum kunnu brúkast her. Hesir eru í løtuni í Meksikanska flógvanum.
Drúgvur burður
Johan Mortensen, sum frá byrjan av varð umboðsmaður fyri Amerada Hess og tí eisini ein av fyrstu umboðsmonnunum, sum útlendskt oljufelag fekk sær í Føroyum, heldur hetta hevur verið ein sera áhugaverd og lærurík tíð. Men tað hevur verið ein drúgvur burður. Ikki minst orsakað av marknaðarósemjuni.
-Tað er at gleðast um, at vit nú standa á gáttini til eitt tíðarskeið í Føroya søgu,
sum vil viðføra tær størstu broytingar mentunarliga og stórsta fíggjarliga framburð síðani seinna heimsbardaga sigur Johan Mortensen, sum heldur, at ungfólk eiga kanska í enn størri mun at hugsa um oljurelateraðar útbúgvingar.
-Eg eri sannførdur um, at Føroyar bæði fara at fáa væl burturúr fíggjarliga og ikki missa seg sjálvan burtur og at gerast ein altjóða aktørur í oljuheiminum, sum aðrar tjóðir fara at hava virðing fyri sigur hann og leggur aftrat, at hann eisini væntar, at føroyska mentunarlívið fer at venda sær móti alheiminum, London, New York etc og ikki bara vera innan fyri Skandinavia.
-Eg vænti, at vit fara at duga at snúgva ávirkanina til egnan fyrimun. Men týdningarmest er tó, at oljan kann verða við at gera hvønn dagin tryggari fyri hvørt húski í Føroyum og at gera okkum til alheimsborgarar.