Ein meiningakanning í teimum palestinsku økjunum vísir, at ein stórur meiriluti av palestinska fólkinum taka undir við at nýta sjálvmorðsatsóknir ímóti ísraelsmonnum.
Kanningin varð gjørd beint aftan á sjálvmorðsatsóknina at einari matstovu í býnum Haifa fyri fjúrtan døgum síðani, tá 21 fólk lótu lív. 65 prosent av teimum spurdu svaraðu, at tey tóku undir við atsóknini, og heili 89 prosent søgdu, at tað er rætt at nýta sjálvmorðsatsóknir ímóti ísraelska herinum og jødiskum niðursetubygdum. Samstundis siga 95 prosent av teimum spurdu, at tey hava ikki álit á USA sum semingslandi í Miðeystri.
Í kanningini vórðu palestinararnir eisini spurdir, hvat teir halda um Yasser Arafat, forseta. Her svaraðu 50 prosent, at tey høvdu atkvøtt fyri Arafat, var forsetaval nú. Fyri einum ári síðani søgdu 35 prosent av palestinunum tað sama.










