Kirkjuráðið í Fuglafirði hevði fund í gjárkvøldið og umrøddi málið um hóttarnirnar móti presti.
- Tað var ein lýstur fundur við skrá, og hetta málið kom so aftrat. Kirkjuráðið bara umrøddi málið, men vit hava einki við tað at gera. Tað er meldað, og løgreglan má taka sær av tí, sigur Marin Sólheim Thomsen, forkvinna í kirkjuráðnum.
Sosialurin skrivaði í gjár, at Anne Mette Greve Klemensen, prestur í Fuglafirði hevði meldað prædikumannin Sjúrð Højgaard fyri hóttanir.
Marin Sólheim Thomsen sigur, at kirkjuráðið stuðlar presti fult og heilt.









