Stuðla pastori í Indien

Evangeliihúsið: Í fleiri ár hava limir í samkomuni stuðlað einum pastori, sum arbeiðir í Norður-Indien.

Herfyri sendi hesin, pastor Scariah eina heilsan heim til samkomuna í Evangeliihúsinum, har hann greiddi frá nøkrum av tí sum hann og samkoma hansara høvdu gjørt í farna árinum. 2. jóladag vitjaðu tey millum annað í einum øki, har fólk við spitalsku sjúkuni búðu. Tey sungu jólasálmar og góvu teimum eina góða máltíð og teppir í jólagávu, eins og gjørt hevur verið í fleiri.