Linda Andrews hevur ein sokallaðan fanklubb á Facebook, har umleið 1.800 fólk hava víst sín stuðul. Facebook hevur veruliga sett síni spor kring heimin, og alsamt fleiri og fleiri sokallaðir facebook bólkar verða stovnaðir hvønn dag. Millum annað kann nevnast, at ein bólkur er stovnaður undir heitinum ?Føroyingar á Facebook?.
Føroyska songkvinnan Linda Andrews er eisini komin í Facebookheimin, og ein bólkur, við umleið 1.800 limum, er stovnaður til æru fyri hennara luttøku í X-Factor.
Bólkurin nevnist FANCLUB Support Linda Andrews in X-Factor, og fjeppararnir í bólkinum eru ávikavist úr Føroyum, Danmark og Íslandi.









