Ingeborg Vinther er á sama hátt, sum Pól Juul Festirstein sera hørm um støðuna, og argast inn á landið fyri teir hátt at handfara støðuna.
- Tað ber ikki til, at landið fer inn at bjarga einum privatum reiðaríi. Sjálvandi koma onnur aftaná, tað er sum ein skrúva uttan enda, men tá tað eru tey veikastu í samfelagnum, ið vera rakt, so gera politikararnir onki fyri at hjálpa, sigur Ingeborg Vinther. Hon leggur afturat, at tað er forferdiligt, at hvørja ferð tað ikki gongur sum tað skal í landinum, so vera tey tímaløntu rakt fyrst.
Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, metir hinvegin ikki, at mann skal fara inn at stuðla privatum vinnulívið.
- Vit hava í 80’unum sæð, hvussu tað ávirkar vinnulívið, um landið fer inn at stuðla, og eg eri av tí sannføring, at marknaðarkreftirnar sjálvar finna útav tí. Virkini standa jú har, og er onkur, sum sær tað sum eina góða íløgu, so skal viðkomandi nokk gera tað, fortelur Jacob Vestergaard. Sum eisini heldur, at tað kann vera, at mann í framtíðini verður noyddur til at gera onkur inntriv í føroyska vinnulívið, men at Smyril Line var eitt felag, mann metti vera so umráðandi fyri landið, at tað mátti bjargast.
Jacob Vestergaard metir eisini at virkini nokk skulu koma í gongd aftur, uttan hjálp frá landinum.
- Landið skal skapa karmarnar, og so skulu teir privatu nokk gera tað, sum loysir seg best fyri samfelagið, metir fiskimálaráðharrin.










