Leo Poulsen
- Sjálvandi tekur kommunan gleðiliga við einum slíkum tiltaki. Vit vilja gera okkara til fyri at Tórshavn kann fáa ein afturvendandi festival, eins og vit kenna teir frá eitt nú Summarfestivalinum og G!, sigur Heðin Mortensen.
Hann fegnast um tiltakið hjá Allan Samuelsen, tí tað er gott fyri kommununa við slíkum tiltøkum.
- Hetta er jú eitt tiltak, sum vónandi fer at skapa eina rúgvu av ringvirkningum í økinum og í býnum. Svimjihøllin liggur beint við, vit hava Gundadal og Gundadalshøllina og vit hava Tórsbreyt. So umframt sjálvt festivaløkið í Ítróttahøllini á Hálsi, hevur tú eina rúgvu av aktivitetum hjá festivalluttakarunum at fara til, tá teir ikki eru á sjálvum festivaløkinum, sigur Heðin Mortensen.
Hann sigur, at til ber at spæla fótbólt, renna á Tórsbreyt, ikki minni enn tvær fitnessmiðstøðir eru beint við, eins og Listaskálin er í sama øki.
- So tað verður ovmikið hjá festivalluttakarunum at taka sær til uttan fyri sjálvt festivaløkið, sigur Heðin Mortensen.
Eitt annað, sum borgarstjórin er ógvuliga spentur upp á, er tað kampingøkið, sum ætlanin er at stápla upp á beinini aftan fyri stóra skýlið í Gundadali, við Badmintonhøllina.
- Hetta verður ein spennandi roynd, staðfestir Heðin Mortensen.
Bátaumhvørvi
Borgarstjórin sigur, at pláss er fyri einum stórum tali av kampingvognum á økinum við Badmintonhøllina.
- Tað hevði verið sera hugaligt at upparbeitt eitt afturvendandi tiltak við tí serliga umhvørvi, sum eitt kampingøki skapar. Vit síggja tað vvið Summarfestivalinum og øðrum stevnum og tiltøkum kring landið, sigur Heðin Mortensen.
Hann sær tiltakið sum fullkomni familjufestivalurin, har møguleiki er fyri alskyns aktiviteti, bæði fyri vaksin og børn.
- Serliga leygardagurin er væl egnaður til famljutiltøk, har aktivitetirnir í Gundadali kunnu roynast, og eisini ber til at spáka ein túr í Viðarlundini ella at fáa okkurt gott at eta, sigur Heðin Mortensen.
Hann ætlar tó ikki bert at lata upp fyri hugna í Gundadali, at festivalstemningur skal verða.
- Ætlanin er eisini, at fólk skulu fáa møguleika at koma á country-festival í báti. Tað verður skipað soleiðis fyri, at fólk kunnu bíleggja bátapláss framman undan, og á tann hátt eisini fáa ein ávísan festivalstemning í Vágsbotni, sigur Heðin Mortensen.
Hann undirstrikar, at kommunan bert er við at skapa bestu karmarnar, og ikki tekur lut í sjálvum fyrireikingunum.
- Men vit gleða okkum at taka ímóti vónandi mongu festivalgestunum, ið leita sær til Havnar vikuskiftið 11.-12. mai, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
Heðin Mortensen og Tórshavnar kommuna ætla at skapa bestu karmarnar um vónandi fyrsta av afturvendandi Tórshavnar County-Festival